Møguleiki er fyri at vedda um dystin í kvøld á alnótini. Nordicbet vænta trivaligan sigur til City Nógv eru tey, ið vanliga vedda um fótbóltsdystir á alnótini. Dysturin í kvøld millum EB/Streym og Manchester City er eisini á listanum hjá fleiri av online-veddingarfyritøkunum. Og oddsini eru góð fyri at Manchester City fer at vinna dystin.
Á heimasíðuni hjá Nordicbet er møguleiki fyri at vedda undan dystinum og beinleiðis meðan dysturin er. Stóri spurningurin er bara, um nakað serligt er at vedda um, tí sambært oddsunum er dysturin langtsíðani avgjørdur.
Um tú setir pening á Manchester City, og teir vinna dystin, fær tú pengarnar aftur falaðar við 1,05. Um tú trýr uppá ein javnleik, og hetta verður so, fær tú pengarnar 10,00 ferðirnar aftur.
Er tú so ein av teimum meira bjartskygdu, og trýr uppá at EB/Streymur fer at vinna dystin, og fær rætt úrslit, fær tú pengarnar heilar 22,50 ferðirnar aftur.
Men hóast oddsini eru góð fyri City og ring fyri EB/Streym, er hetta ikki verri enn ilt. Á somu síðu er eisini møguleiki fyri at vedda um dystin millum Brøndby IF og B36, og eru oddsini so at siga tey somu til báðar dystirnar. Ein B36 sigur gevur nevniliga 20,00 ferðirnar pengarnar aftur.
Tískil eru EB/Streymur næstan líka sannlíkir at vinna móti Manchester City, sum B36 eru at vinna móti Brøndby IF.