Tann kendi týski rithøvundurin Günter Grass varð í dag fluttur á eitt sjúkrahús í býnum Hamborg, tí hann hevði trupulleikar við hjartanum. Tað skrivar tíðindasíðan Bild.
Günter Grass, sem er 84 ára gamal, elvdi til nógv kjak herfyri, tá hann almannakunngjørdi eina yrking blaðnum Süddeutsche Zeitung, har hann legði Ísrael undir at hava lagt ætlanir um at leggja Iran í oyði og at órógva heimsfriðin.
Fleiri tóku undir við yrkingini, men onnur funnust hvassliga at tí kenda høvundinum. Eitt nú funnust teir politisku leiðararnir í Ísrael harðliga at henni.
Günter Grass fekk bókmentaheiðursløn Nobels í 1999.