Neistin var um páskini á ferð í Hollandi, har fleiri ungdómslið hjá felagnum tóku lut í hondbóltsstevnu, sum nevnis Top og Holland Trophy.
Seks lið vóru við á ferðini, og áðrenn leiðin varð løgd til Hollands, vórðu tríggir dagar nýttir á venjingarlegu á Lollandi.
Og úrslitaliga ber illa til at siga annað, enn at úrtøkan var framúr. A-liðið hjá mansunglingunum vann kappingina, umframt at teir eisini fingu fair-play steypið fyri teirra aldursbólk. B-liðið gjørdi ikki mætari enn at vinna bronsuna, so hóast tað ikki gekst eftir vild í Atlantic Airways-kappingini hjá felagnum, so tykjast stórir møguleikar at vera í unga liðnum.
Í U-16 kappingini fyri dreingir vann A-liðið silvur, meðan B-liðið á 7. plássi vann Fair-play steypið. Og hjá gentum gentum gjørdust A- og B-liðið ávíkavist nummar tvey og trý. Samanlagt vóru soleiðis 7 steyp við á ferðini aftur til Føroya, og tað mundi ikki gera ein longu frálíkan túr verri.










