HON hevur møtt Kirstin Hammer til eitt prát um at droyma og um at hava dirvi í einum samfelag, har normarnir vanliga sleppa at ráða.
Hevur tú sæð filmin Chocolat, so hevur tú heilt sikkurt ímyndað tær at vera leikluturin hjá Juliette Binoche; Ein vøkur fronsk kona, sum ger heimsins bestu sjokolátu. Hon ferðast frá býi til bý og opnar sjokolátarí. Bý aftaná bý rúnarbindur hon við sínum heita sjokolátadrykki við chili. Sjálvasta Johnny Depp megnar sjokolátakvinnan at leggja niður við sínum drykki.
Tá filmurin er liðugur, fara aftur til okkara egna veruleika. Men fyri Kirstin Hammer er sjokolátalívið hennara veruleiki; Um stutta tíð opnar hon sítt egna sjokolátarí. Ikki í Fraklandi, men mitt í Havn. Ikki fyri at leggja Johnny Depp ella nakran annan niður, men fyri at veita hágóðsku sjokolátakonfekt til fólkið. Sjokolátaríið eitur Gómagott.
Vit elska øll sjokolátuna. Tað sigur í øllum førum ein evropeisk kanning, sum staðfestir, at vit hvør eta millum fýra og átta kilo av reinari sjokolátu hvørt ár. Kanska tí hon smakkar væl, men kanska eisini tí hon hevur ótrúliga stórt vald á okkum. Eitt petti av sjokolátu kann senda serotonin og endorfinir úr heilanum, og á tann hátt gera okkum gleðari og skapa nøgdsemi.
Vit eru nógv, ið tilbiðja hesa rávøru, sum var hon ein Guður. Og vit brúka nógva tíð saman við henni, men fá eru tey, ið brúka meir tíð saman við henni, enn Kirstin Hammer. Vit hava møtt ókrúnaðu sjokolátadrotningina til eitt prát um dreymar, veruleikar og ja... sjokolátu.
Eitt sjokolátarí í Eysturbýnum í Havn
”Um tú spyrt vinkonurnar hjá mær, so siga tær, at eg byrjaði longu at tosa um at opna kafé, tá eg var 14 ár”, fortelur Kirstin Hammer, meðan hon drússar frostturkað hindber á dagsins sjokolátakonfekt: Myrk sjokoláta við marsipan og einum ferili av hindber.
Kirstin Hammer eigur og rekur Gómagott: Eitt sokallað sjokolátarí, har hon framleiður hágóðsku góðgæti.
”Eg vil ikki hava mína sjokolátu at liggja í einhvørjari bensinstøð”, sigur hon og greiður frá, at hennara sjokoláta er tann besta og reinasta vøran, og tí skal seljast sum ein eksklusiv vøra bert í útvaldum serhandlum og annars beinleiðis til virkir og einstaklingar, um umbiða hana.
Hóast eingin ivi er um, at Kirstin Hammer dugir at bera seg á marknaðinum, so er dreymurin ikki at gerast ein gigantur.
Les restina av greinini í HON, sum kom í hvørt heim mikudagin.