Gólvið skrædnaði

Teraflex-gólvið fekk stóran skaða í Trongisvági fyri einari viku síðani, men í dag verður tað umvælt, so tað verður klárt til FM-finalurnar í morgin og sunnudagin

Fólkini í Flogbóltssambandinum fingu næstan kaldasveitta, tá ser­liga Teraflex-gólvið fekk stóran skaða í Trongisvági fyri viku síðani, tá tað varð brúkt til FM-finalurnar hjá teimum yngru leygardagin, um­framt at kvinnurnar TB og Fleyr spældu á tí sunnudagin.
– Skaðin hendi, tá gólvið skuldi takast av aftur, tí tað vísti seg, at klistrið, vit høvdu brúkt til at hefta gólvið við, hevði brent seg fast, so tað partvíst ikki vildi loysna frá gólvinum í sjálvari høllini, umframt at tað í støðum gjørdi, at Teraflex-gólvið skrædnaði, sigur Magnus Tausen, formaður í Flog­bólts­sam­bandinum.
– Hetta er sjálvandi ikki gott, og einar tvær av rullunum hava fingið stóran skaða, sum enntá er komin á næstan teimum ringastu støðunum, har hann kann koma. Men vit fara at gera alt fyri at umvæla og lappa tað, so tað verður væl spælandi á tí á Eiði um vikuskiftið. Vit skulu nokk klára tað.
At valið aftur í ár fall á Eiði, nú FM-finalurnar skulu spælast í morgin og sunnudagin, var ikki nøkur torfør avgerð hjá Flogbólts­sambandinum at taka:
– Skipanin er tann, at vit skulu hava uttanveltaðan vøll í einari góðari høll, og í fjør gekst so mikið væl á Eiði, har tey gjørdu eitt gott arbeiði, at vit gjørdu av at royna tað aftur har. Tað síggja vit eisini fram til, sigur Magnus Tausen.