Sarajevo: Talan er í nógvar mátar um eitt land, har tíðin partvís hevur staðið still. Umframt at vera merkt av hørðu bardøgunum, sum hava herjað landið seinastu 15 árini, tykist Bosnia eisini at vera nakað afturúrsiglt, tá hugsað verður um forkelandi karmarnar, sum stórur partur av vesturheiminum er vanur við. Kanska einamest sjónligt við gomlu útgávunum av Seat og VW, sum koyra runt á slitnu landavegunum.
Gólvið ein katastrofa
Eftir venjingina týsmorgunin tosaðu vit við annan av føroysku venjarunum, Svein Rógva Nielsen, og hann læt sum heild hampuliga væl at umstøðunum. Í øllum førum, tá tosað varð um gistingarhúsið, sum liðið býr á.
Men vøllurin er ein skandala. Fjalarnar í gólvinum eru somikið ójavnar, at tað kann vera beinleiðis hættisligt, um spælarar skreiða eftir gólvinum.
Men er tað ikki ein fortreyt, sum er tann sama hjá øllum liðunum í kappingini?
Sjálvandi. Men missa vit ein spælara av onkrum somikið býttum skaða, so er tað sera harmiligt.
Ójavna gólvið gav eisini úrslit í, at uppspringið hjá bóltinum var misjavnt kring høllina. Men tað var nú ikki nakað, sum tóktist órógva Rógva. Í so máta er hatta ikki verri, enn tað er í KÍ-høllini, so tí partinum eri eg ikki so bangin fyri, staðfesti hann at enda.









