Gáloysni í ferðsluni kostar lív

Komandi mánaðin varpar Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar ljós á vandan í stendst gáloysni í ferðsluni.

Gáloysni er ein støða, har tú sum bilførari í eitt styttri ella longri tíðarbil ikki ansar eftir, tí tí fekst við okkurt, ella tí at okkurt hendir, sum eru óneyðug fyri koyringina. - Kanningar vísa, at gáloysni er avgerðandi orsøkin til 30% av øllum ferðsluvanlukkum, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd.

- Flest alt virksemi í bilinum, ið elvir til, at tú ikki ansar eftir ferðsluni, hevur ikki samband við koyringina, eitt nú at brúka fartelefon, GPS-útgerð, at eta og drekka, at roykja, at leita eftir mistum lutum, at stillar radio, at skifta fløgu og at sissa børn. Men tað stendst eisini vandi av at sita so svøvntung ella lin aftanfyri rattið, at vit ikki ansa eftir ferðsluni, ella kanska enntá beinleiðis eru í vanda fyri at sovna.

- Koyrir tú 80 km/t og hyggur eftir telefonini í bert fýra sekund, merkir hetta, at tú koyrir 89 metrar í blindum og tað er ikki trygt, staðfestir Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Nýggj Gallupkanning vísir, at meira enn helvtin av føroyingum javnan tosa í handhildnari fartelefon, meðan teir koyra bil.

- Eisini vísir kanningin, at fjórði hvør føroyingur javnan brúkar fartelefonina til at lesa ella senda sms/teldupost ella til spøl, meðan hann koyrir bil.

- Hetta vísir, at tørvur er á at minna føroyingar á at taka bilkoyring í størsta álvara.

Endamálið við átakinum er at broyta hugburðin um, at tað ber til at gera alt møguligt ímeðan vit koyra bil.

Í hesum sambandi verða lýsingar at síggja í bæði sjónvarpi, í biografum, í bløðum, á lýsingatalvum, á bussum og á Facebook.