Fyrieikararnir av Mítt Land festivalinum eru nú í Danmark, har tey eru í gongd við at gera klárt til útisetafestivalin. Tey fegnast um, at nógvir føroyingar hava leitað sær úr Føroyum til Mítt Land hesaferð.
Gudmund Djurhuus og Evi Tausen, fyrireikarar, siga, at ljóðútgerðin hesafer er sera góð. So góð, at hon er ætlað til tiltak, ið telur minst 5000 fólk. Royndu ljóðmenninir Alexander Gaard og Hjalmar Hvítklett taka sær av ljóðpultunum.
- Umhvørvið er hugnaligt, út móti havinum, og sagt verður frá góðveðri, siga Gudmund og Evi.
Okkurt er eisini á skránni, ið fólk ikki hava vitað av.
- Tað er soleiðis, at Anna Faroe fer á pall saman við Hallelujah Sofus. Og tá Danny & The Veetos fara á pall, so fer Ingi Poulsen eisini á pall við teimum. Og Gissur Patursson verður DJ og byrjar tiltakið, siga Gudmund og Evi.
- Forsølan gongur betri enn undanfarin ár. Tað feegnast vit um, tí tað er tekin um, at brúk er fyri festivalinum, og at fólk taka undir, hóast onkur snávingarsteinur hevur verið á vegnum hesi árini festivalurin hevur verið, siga fyrireikararnir.
- Leygarkvøldið fara vit at draga vinnaran millum teirra, ið hava keypt atgongumerki á heimasíðuni hjá MíttLand, men neyðugt er, at vinnarin er til staðar og kann koma á pallin, siga Gudmund og Evi.
Evi leggur dent á, at festivalurin er til fyri føroyska útisetan, og hon fegnast um góðu undirtøkuna milum útisetar og eisini føroyingar í Føroyum, ið leita sær á MíttLand.
- Undirtøka er sjálvsagt ein treyt, um haldast skal fram, sigur hon.










