GÍ li_forma_urin flytir til ÍF

Poul Ennigar_ skal næsta kappingarár aftur spæla saman vi_ Bartali Eliasen, sum hann í fleiri ár var makkari hjá í GÍ mi_verjuni

Fótbóltsspælarar í Gøtu halda seg til GÍ, um teir ikki flyta av landinum at spæla fótbólt. Ta_ er ikki meiri enn tvær vikur sí_ani, at GÍ lei_slan sta_festi hetta her á sí_unum. Undantøk finnast alla sta_ni plagar at ver_a tiki_ til, og solei_is tykist ta_ eisini at vera í hesum førinum.
T_sdagin skriva_u ÍF og Poul Ennigar_ undir samstarvsavtalu. Avtalan ber vi_ sær, at Poul Ennigar_ næsta kappingarár flytir inn um Varmakelduei_. Hann fer úr gulu GÍ troyggjuni og letur seg í rey_u ÍF troyggjuna.
- Vit eru sera fegnir um at hava fingi_ Poul at spæla vi_ okkum. Ta_ rokna vit sum gó_an styrk. Poul hevur drúgvar royndir í bestu deildini, og ta_ hevur sjálvsagt talt vi_, tá i_ vit hava gjørt avtalu vi_ Poul, at hann bæ_i hevur veri_ drúgvur og hollur í bestu deildini í so mong ár, ver_ur sagt úr ÍF.
Poul Ennigar_ er 27 ára gamalur, og hann hevur seinasta ári_ veri_ li_forma_ur í Gøtu. Sí_ani 1994 hevur hann veri_ fastur fúsur á besta GÍ li_num undantiki_ skiftini, tá i_ hann hevur veri_ á flatlondum í útbúgvingarørindum, og tá i_ hann hevur veri_ skaddur.
Í fleiri ár spældu Poul Ennigar_ og Bartal Eliasen saman í GÍ mi_verjuni. Undan sí_sta kappingarárinum flutti Bartal aftur til Fuglafir_ar, og nú ver_ur hann aftur li_felagi vi_ Poul Ennigar_. Um teir bá_ir fara at spæla í mi_verjuni ver_ur upp til ÍF venjaran, Petur Simonsen, at gera av. Í fjør var Bartal leingi álopsspælari hjá ÍF, og Poul Ennigar_ var sí_sta partin av kappingarárinum høgri vongverji hjá GÍ.
Í Fuglafir_i halda teir seg vera komnar undir land vi_ manningarligu fyrireikingunum til næsta kappingarár. Málverjin, Karstin Joensen, er fluttur til Klaksvíkar og KÍ. N_ggjur málverji í Fuglafir_i ver_ur Allan Joensen. Hann hevur á_ur spælt í ÍF, B68 og LÍF.
Gøtumenn hava tiki_ til eftirtektar, at Poul Ennigar_ er fluttur úr barndómsfelagnum. Ta_ hevur á_ur ljó_a_, at Poul skuldi vera á veg til Fuglafir_ar, men tá hevur hetta ikki veri_ meiri enn tos. Nú er ta_ veruleiki. Enn hevur einki veri_ at frætt, um GÍ fer at fáa n_ggjan spælara í sta_in fyri Poul Ennigar_.