Gøla í svenskum fótbólti: Avtalað spæl

Dysturin millum IFK Göteborg og AIK Stockholm í Allsvenskuni er avlýstur

Svenska fótbóltssambandið hevur avlýst dystin millum IFK Göteborg og AIK Stockholm í Allsvenskuni, sum er besta deildin í Svøríki. Orsøkin er, at tað eru funnin prógv fyri avtalaðum spæli.

 

Svenska fótbóltssambandið sigur, at fyribils er hesin dysturin avlýstur, men at tað verður arbeitt við, at tað møguliga eru fleiri dystir, sum eru undir illgruna fyri avtalaðum spæli.

 

Svenskir miðlar skrivar, at tað er ein spælari hjá AIK Stockholm, sum hevur fingið í boðið nógvar pengar frá einum sokallaðum “Match-fixara”, fyri at tapa dystin við vilja.

 

- Útgangsstøðið hjá okkum er, at allir dystir skulu verða tryggir og avgerast á vøllinum á rættvísan hátt. Tað kunnu vit ikki siga við vissu um hendan dystin, sigur Håkan Sjöstrand, aðalskrivari í svenska fótbóltssambandinum.

 

Tað er ikki so langtsíðani, at Víkingur spældi í Europa League dysti, har dómarin hevði tikið móti mutri, fyri at fáa bæði liðini at skora. Víkingur skoraði upp á sítt brotsspark, men tá dómarin síðani bríkslaði fyri brotssparki til finska FC Inter Turku, so brendur teir. Dómarin bleiv eftirfylgjandi revsaður.