Í gjár kannaði Sosialurin pulsin á G!festivalinum. Dagin fyri G! veruliga byrjar var tjaldøkið latið upp.
At byrja við, sá ikki nakað serligt út fyri fyriskipararnar, tí tað var skipað soleiðis fyri, at fyrstu fólkini skuldu seta tjøldini so langt burtur sum gjørligt og enntá í eini brekku.
Hetta hevði við sær, at allir tjaldararnir, sum vóru fyrstir noktaðu at koma inn.
Hetta varð tó loyst rættiliga skjótt. Tá høvuðsfyriskipararnir tóku sær av støðuni.
Í allar aðrar mátar sá út til at vera tamarhald á støðuni. Og inni í Valhøll mitt í bygdini, har fyriskipararnir hildu til, sá rættiliga friðarligt út, og Katrin Petersen, sum í ár er høvdið á festivalinum, sá út til at taka tað rættiliga róligt, hóast telefonin kimaði alla tíðina.
Hesi róligu støðu grundgeva fyriskipararnir við, at tey nú hava rættiliga fitt av royndum og lítið kemur óvart á. Men Katrin Petersen staðfesti eisini, at tað var eitt sindur trupult at byrja av nýggjum, tá alt var farið á heysin.
Eisini greiðir hon frá, at tað, at við Múrin var í seinastu viku, hevur merkt festivalin eitt sindur.
- Men fær onkur eitt gott hugskot, so verður tað sjáldan einsamalt, sigur hon.
Annars sær alt út til at vera klárt. Pallarnir eru klárir og tjaldingarøkið á sama hátt. Tann einasti veruligi aktiviteturin í gjárkvøldið, var at okkurt annlegg varð roynt og onkur garður varð málaður.