50.000 norskar krónur í vikuløn! Tað er ikki at forsmáa! Hetta tilboðið verður nú sett donskum læknum taka av. Læknatørvurin í Noregi er so stórur, at norskar vikarstovur kunnu bjóða læknunum hesa ovurhonds stóru lønina. 50.000 norskar krónur svara til einar 55.000 føroyskar. Tað er kortini ikki bert í Noregi at tørvur er á læknum, tí hetta sama ger seg eisini galdandi í Danmark. Men eitt slíkt tilboð úr Noregi man uttan iva freista nógvar danskar læknar - og møguliga eisini føroyskar læknar. Einasta treyt fyri at fáa lut í tilboðnum er, at læknin er undir 70 ár, hevur danskan ríkisborgararætt, danska útbúgving og skuldi búgva uttanfyri Noregi 1. januar í fjør.