Góð íløga hjá hetlendingum

Hetlendingar fegnast um, at Shetland Development Trust setti pening í Smyril Line. Hesin peningur sæst væl aftur í Hetlandi, siga teir

Hetlendingar eru sannførdir um, at tað var rætt av teimum at seta pening í Smyril Line. Hetta sæst nú aftur í hetlendskum vinnulívi, skrivar The Shetland News.
Knappar seks milliónir pund, ella einar 65 - 70 milliónir danskar krónur, metir blaðið, at hetlendski búskapurin fekk burtur úr Norrönu bara í fjør. Og tað er ikki so galið fyri ein íløgu up á 4,2 milliónir pund, sum Shetland Development Trust, SDT, setti í Smyril Line fyri trimum árum síðan, sigur blaðið. Blaðið sigur, at Norröna hevur tryggjað 56 arbeiðspláss í Hetlandi.
Sum vera man er tað serliga í ferðavinnuni, tey leggja merki til Norrönu, sum í fjør flutti 7.500 vitjandi til Hetlands.
Stjórin í Hetlendska ferðaráðnum, Andy Steven, fegnast um framgongdina, og vísir á, at tað er serliga báðum megin sjálva summarsiglingina, at tey merkja vøksturin best. Og hesum ferðafólkunum, sum koma á vári og heysti, heilsa hetlendingar serliga vælkomnum, sigur hann.
The Shetland Times væntar hetlendingum nógv burtur úr ætlaða samstarvinum millum Smyril Line og Fjord Line, sum blaðið sigur fara at verða veruleika um einar fjúrtan dagar, ikki minst takkað teirri innspræningini upp á tríggjar milliónir pund, sum Smyril Line herfyri fekk úr Hetlandi.