GÍ/LÍF skal hava nýtt navn

Nevndin í nýggja samanlagda felagnum GÍ/LÍF hevur á fundi gjørt av, at felagið skal hava nýtt navn. Hetta skal eftir ætlan gerast á eykaaðalfundi, sum verður hildin tann 4. februar. Nevndin í GÍ/LÍF heitir á fólk um at koma við uppskotum um nýtt navn áðrenn 1. februar. Fremsta liðið hjá leirvíkingum og gøtumonnum spælir í Formuladeildini næsta kappingarár.