G! kunngjørt trý nøvn

Tungmálmur úr Svøríki og rúnarbindandi tónar úr Føroyum og Íslandi

Í morgun vóru trý nøvn kunngjørd til G! Festivalin komandi summar, og talan er um norðurlendskar stjørnur. Talan verður um svenska málmsbólkin, At The Gates, íslendsk-føroyska bólkin Kiasmos umframt Teitur Lassen.

 

Í tíðindaskrivi boðar G! Frá, at málmsbólkurin, At The Gates, er slóðbrótari innan sersvenska 'melodeath stílin' og hevur, síðan fyrstu útgávurnar í 90-árunum, verið taldur millum týdningarmiklastu málmsbólkar í heiminum. Teir hava havt ein steðg, men í 2008 varð aftur fari á pall og nýggja samstarvið í bólkinum hevur gingið somikið væl, at teir í ár góvu út teirra fyrstu fløgu í 19 ár.

 

- Legendariskur málmur í heimsflokki! At The Gates á G! verður uttan iva ársins hæddarpunkt fyri føroysk málmshøvd! Skriva tey frá G! Festivalinum.

 

Føroyskt-íslendskt íkast

Bólkurin, Kiasmos er mannaður av føroyinginum, Janus Rasmussen frá BYRTA umframt navnframa Ólafi Arnalds úr Íslandi, sum í ár varð heiðraður við eini BAFTA virðisløn fyri sín tónleik til sjónvarpsrøð.

 

- Saman ganga teir upp í eina hægri eind. Kiasmos ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, sum rúnabindur við leitandi techno, dragandi synthum og fangandi bassi, sigur G! festivalurin.

 

Umframt tey omanfyrinevndu, so verður fólkakæri, føroyski Teitur Lassen millum teirra, sum trína á páll um miðjan juli komandi ár.