Fótbóltur
Gøtumenn komu í ódnarveðrinum sunnukvøldið til hús aftur við 3?0 sigri og harvið trimum kærkomnum stigum í viðførinum. Tað var einki at siga til, at teir vóru sera væl nøgdir. Bartal Eliasen og Magni Jarnskor vóru leikbannaðir, og veðrið á Sevmýri var eins vánaligt, og tað var aðra staðni í landinum. Tí kundi tilvildin havt spælt inn.
? Eg havi ongantíð upplivað sovorðið, og eg haldi ikki, at dysturin skuldi havt verið spældur. Tað vóru ikki líkindi til fótbóltsspæl, og tað er harmuligt, tá bæði liðini hava vant taktiskt undan dystinum, at tilvildin skal hava so nógv at siga.
Tað er TB venjarin, Lynge Nielsen, sum sigur soleiðis. Hann ásannar, at GÍ hevði ein sera góðan miðvøll, og at teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn heimaliðið.
? Eg haldi, at mínir spælarar hava víst góða framgongd, og eg havi framvegis gott mót um, at vit fara at fáa fleiri stig. Næstu ferð verður tað VB í Vági. Teir kenni eg væl, og eg meti, at tað kann fara báðar vegir.
Bíðaðu leingi
Gøtumenn høvdu vindin ímóti í 1. hálvleiki, tá teir hildu tørn. Í 2. hálvleiki øtlaði hann rættuliga nógv, og tað var torført at hava tak á bóltinum.
GÍ fekk fyrsta málið, tá seinna umfarið var eitt stórt korter gamalt. Eftir innlegg dømdi dómarin brotsspark ímóti Nebosja, og Sámal Joensen var tryggur úr ellivu metrum. Tólv minuttir seinni økti Súni Fríði Johannesen. Long sending stiklaði hann eina ferð í vøllinum, áðrenn hann smekkaði til. Átjan minuttir undan leikloki staðfesti Súni Olsen.
Á GÍ liðnum var veteranurin Jóan Petur Olsen í miðverjuni fyri Bartal Eliasen, og Súni Olsen mannaði sentrala miðvøllin saman við Gidek og Sámali Joensen.
TB: Lars Müller ? Vladimir Matijivic, Óli Johannesen, Nebosja Urtajl ? Bárður Dimon, Olivur Abrahamsen, Einar Petersen, Craig Dean ? Dan Mortensen, Jón Johannesen
GÍ: Hallur Hansen ? Poul Ennigarð, Jóan Petur Olsen, Leivur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janik, Súni Olsen ? Súni Fríði Johannesen, Krystof Popczynski