GÍ tapti samanlagt 5-1 í Inter-Toto Cup dystinum móti FC Dacia Chisinau úr Moldava. Seinni dysturin var leiktur á Tórsvølli leygarkvøldið, og FC Dacia vann 1-0, eftir at tað stóð á jøvnum 0-0 við steðgin.
Fyrri dysturin endaði við 4-1 sigri til FC Dacia. GÍ royndi at leggja trýst á gestirnar, men tað eydnaðist ongantíð veruliga at bróta ígjøgnum. Tað hevur verið sera strævið hjá GÍ-leikarunum seinastu vikurnar. Hetta var fjórði dysturin innanfyri tvær vikur.