GÓÐKENNING
Hóast Føroyar hava havt seyða-og neytahald í øldir, eru vit ikki komin serliga langt, tá ræður um góðkend sláturviðurskifti. Avleiðingin hevur verið, at einki føroyskt kjøt er at síggja í handilsdiskunum í matvøruhandlunum kring landið. Um slátur ikki fer fram undir góðkendum viðurskiftum, liggur seyða-og neytakjøt heldur ikki lógliga í diskunum.
Í sínari tíð hevði MBM, Meginfelag Búnaðarmanna, sláturvirki í Hósvík, men seinnu árini hevur einki slátur verið á virkinum, sum P/F Poul Hansen nú eigur. Felagið hevur í staðin brúkt hølini til framleiðslu av ymiskum kjøtvørum og matvørum annars.
Sonevnd durasøla av kjøti er kortini ikki ólóglig, og tað merkir, at ein bóndi, sum hevur seyð ella neyt, kann selja beinleiðis til síni privatu viðskiftafólk.
Soleiðis hevur tað altíð verið.
Fingið góðkenning
Í síðstu viku fekk Krás í Hósvík góðkenning til slátur av seyði, og fríggjadagin flettu tey á virkinum fyrstu lombini.
Sosialurin var á staðnum og tók nakrar myndir, meðan fólk hjá Krás flettu, samstundis sum bæði djóralækni og umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvsstovuna vóru á staðnum.
Í eina tíð hevur Krás riggað gomlu hølini, sum áður vóru brúkt til slátur, til aftur, og í síðstu viku eydnaðist virkinum so at fáa góðkenningina upp á pláss.
Kjøtvørur hjá Krás, ið virkið fær burtur úr seyðinum, sum verður flettur í heyst, fær eitt góðkenningarstempul, eins og vit kenna tað á eitt nú íslendskum kjøti, sum kemur higar til lands.
Undir vitjanini á Krás fríggjamorgunin, sást týðiliga, at umboðini fyri heilsumyndugleikarnar, sum vóru á staðnum, tóku sítt arbeiði í álvara. Tær báðar kvinnurnar, djóralækni og umboð fyri HS, vóru við alla tíðina og leiðbeindu, um okkurt var, sum tær hildu kundi verið øðrvísi.
Vit skiltu tó á teimum eins og á starvsfólkunum á Krás annars, at tær vóru sera væl nøgdar við tað, tær sóu á virkinum hendan fyrsta dagin.
600 umbidnir
Alberg Gaardlykke, sum er leiðari á Krás, sigur, at virkið bara kann fletta teir dagar, eingin matvøruframleiðsla er á virkinum.
- Nú flettingin er fyri, hava vit tí valt at taka fríggjadagin burtur úr sum framleiðsludag, og soleiðis hava vit møguleika at fletta fríggjadag og leygardag.
Alberg sigur, at Krás keypir seyðin frá bøndrum, men framvegis vantar teimum einar 400 lomb.
- Higartil hava vit keypt 200 lomb, men matstovur og handlar hava umbiðið 600 lomb frá okkum. Tí eru bøndur, sum enn ikki hava gingið fjøllini, vælkomnir at seta seg í samband við okkum, segði leiðarin fríggjadagin.
Alberg Gaardlykke sigur, at tað serliga eru matstovur og handlar, sum hava umbiðið føroyskt lambskjøt frá Krás.
- Vit hava eisini møguleikan at skera kjøtið fyri tey, sum vilja keypa frá okkum, og eitt nú hava fleiri biðið um, at tjógv verða útbeinað, sigur hann.
Vit kunnu leggja aftrat, alt alt úr seyðinum verður selt, tó verður einki gjørt við blóð og vembur.










