Landsliðið hjá kvinnum hevur í dag tapt 4-0 móti Wales á útivølli. BBC heftir seg millum annað við, at føroyska liðið stríddist væl og gjørdi tað til tíðir torført hjá heimaliðnum. Tó verður eisini nevnt, at málverjin hjá Wales bara kom í spæl, tá viðspælarar spældu bóltin aftur til hana.
Í dystarfrásøgini hjá Fótbóltssambandinum verður staðfest, at tað var greitt áðrenn dystarbyrjan, at hørð mótstøða bíðaði føroysku spælarunum í Newport, og heimaliðið var eisini spælstýrandi frá fyrsta bríksli.
Fyrstu góðu løtuna megnaði føroyska liðið at standa væl ímóti trýstinum, sum javnt og samt var móti brotsteignum, og inni í sjálvum málinum var Óluva Joensen sera vælspælandi við nógvum frálíkum bjargingum. Eftir 33 minuttir fingu walisar hol á málskjótingina, og eittmálsleiðslan helt sær til hálvleiks, hóast heimaliðið tá hevði ligið framvið fleiri ferðir.
Leikgongdin helt fram eftir sama leisti í seinna hálvleiki, og trýstið móti føroyska málinum bara vaks, sum tíðin gekk. Við trimum málum í seinna hálvleiki fekk Wales tryggjað sær ein sannførandi sigur á 4-0, men eftir stendur, at føroyska liðið í stórum pørtum av dystinum megnaði at standa væl ímóti trýstinum, og at stríðsviljin var intaktur gjøgnum allan dystin.
Føroyar hava nú tveir dystir eftir í hesari EM undankappingini. Teir eru ímóti Norra og Norðurírlandi, og verða báðir spældir á útivølli um mánaðarskiftið novembur og desembur.
##ms##












