Góð kensla at vinna aftur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Aftaná fýra tap á rað kom ÍF á slóðina aftur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við miðvallaran hjá ÍF, Dánjal á Lakjuni aftaná ÍF fyrr í dag vann 2-0 á AB á heimavølli í Fuglafirði. Talan er um fyrsta sigur síðani 24. juli, tá ÍF vann 4-2 á KÍ í Fuglafirði. Áðrenn sigurin í dag hevði ÍF tapt fýra dystir á rað.

 

Dánjal á Lakjuni stórfegnast um, at hann og liðfelagarnir eru komnir á slóðina aftur við einum sigri. Í ÍF hava teir gagnnýtt landsliðssteðgin væl til venjingarnar, og tað gav úrslit í dag. Dánjal á Lakjuni heldur, at samlað er talan um ein uppibornan sigur til ÍF, sum var betra liðið, ikki minst í seinna hálvleiki, tá ÍF skoraði bæði málini.

 

Nú ætla teir í ÍF at enda so væl, sum møguligt. Komandi tríggjar dystirnar møtir ÍF øðrum botnliðum, og í Fuglafirði verður siktað eftir fullari úrtøku.