Kemilux er ein fyritøka, sum er gomul í garði. Heili 40 ár hevuir fyritøkan á baki og flestu føroyingar munnu halda, at fyritøkan hevur altíð verið til.
Kemilux selur reingerðarevni og leggur dent á at hava góða sápu til skip og virkir innan fiskiídnaðin. Vørurnar hjá Kemilix eru EU góðkendar til virkir innan matvøruframleiðslu.
Kemilix hevur eisini ISO 9001 góðkenning og hetta at hava greiðar reglur at ganga eftir er ein fyrimun-ur.
Kemilux er við í eini innkeypsketu hjá oljufeløg-um og har er ISO góðkenn-ing ein treyt, so góðkenningarnar av slíkum slag lata hurðar upp út í heim, har slíkar góðkenningar eru treyt.
Út í heim
At føroyingar kenna fyritøkuna er ivaleyst, men heimamarknaðurin er avmarkaður ásannar Kemilux. Tí verður støðugt arbeitt við at finna marknaðir og kundar úti í heimi.
Kemilux hevur verið á Fish Fair áður og er við fyri at merkera seg og at fáa sambond úteftir. Fyritøkan metir, at ilt er at siga hvat slík sølustevna gevur her og nú, men neyðugt er at vera við og at vísa, at fyritøkan er til, og hugsar ein longur fram, so gevur hetta kanska nakað av sær.