Góðkendur

Nýggi italski ES-kommiserurin, Franco Frattini, slapp ígjøgnum nálareygað, tá hann var til avhoyringar í ES-tinginum fyrradagin, sjálvt um hann fek nógvar og ágangandi spurningar.

Italska stjórnin gjørdi av at velja Franco Frattini til ES-kommiser, eftir at ES-tingið sýtti fyri at góðkenna tað fyrra italska uppskotið, Rocco Buttiglione, tí hann tosaði niðurlátandi um kvinnur og samkynd. Fratini er í løtuni italskur uttanríkisráðharri.

Umframt Frattini hevur ES fngið tveir aðrar nýggjar kommiserar, og í morgin skal ES-tingið taka støðu til nýggju nevndina. Eygleiðarar siga, at hesaferð er eingin spenningur um atkvøðugreiðsluna, tí allir teir stóru tingbólkarnir hava boðað frá, at teir fara at atkvøða fyri nýggju nevndini hjá Jose Manuel Barroso.