Góðkendu hjúnarlag millum samkynd

Senatið í amerikanska statinum New York samtykti í gjárkvøldið at viðurkenna rættin hjá samkyndum at ganga saman í hjúnarlag. Uppskotið varð samtykt við 33 takvøðum fyri og 29 ímóti, og lógin kemur í gildi 30 dagar eftir, at guvernørurin hevur staðfest hana.

New York er tann sætti amerikanski staturin, sum viðurkennir hjúnarlag millum samkynd.

Tann høgrasinnaða rørslan Tea Party er harðliga ímóti hjúnarlagi millum samkynd, og politiskir eygleiðarar í USA vænta, at spurningurin verður eitt av evnunum í valstríðnum upp undir forsetavalið næsta heyst.