Góðkendu frímerki í Wien

Føroyskt ferðalag við listarmanninum Edwardi Fuglø á odda hevur vitjað á kendari prentsmiðju í Wien, har eitt nýtt føroyskt frímerki skal prentast. Trygdin var í hásæti, og prentarar vóru spentir, um Edward fór at góðkenna teirra arbeiði

Dávur Winther

 

OSD – Østerreichische Staatsdruckerei hevur meir enn 200 ár á baki sum ein týðandi prentsmiðja í Wien. Tá ið vit komu innar, skuldu vit lata passini frá okkum og skriva navnið á ein lepa og undirskriva rættferðarreglur, meðan vit vóru har.

OSD er millum annað góðkent til at kunna prenta pass og frímerkir.

Við einum trygdarvørði í hølunum, og eftir at verða slúsað gjøgnum jarn-rulluportur, vóru vit innanfyri, har tað arbeiða meir enn hálvtannaðhundrað fólk.

Uppgávan var at góðkenna uppseting og forprent til eitt frímerkjaark, sum Postverk Føroya gevur úr, og í ferðalagnum vóru eisini Edward Fuglø, ið hevur teknað arkið, og Svanbjørg Manai, stjóri á Frímerkjadeildini.

Edward Fuglø er sera nærlagdur, og har skal einki verða at seta fingurin á, eftir at frímerkið er prentað.

Edward er kendur í frímerkjaheiminum, sum verandi ikki hvør sum helst. Hann hevur gjørt hópin at frímerkjum, sum Postverk Føroya hevur givið út. Og tað eina árið var hansara frímerki nummar tvey í eini árligari kapping um vakrasta merki í Europa.

 

Vildu hava Edward at nikka

Føroyar eru í síni heild áhugaverdar hjá frímerkjakennarum og -samlarum.

Tað var sjónligt, at teir høgu harrarnir høvdu virðing fyri Edwardi Fuglø, sum hevði ómakað sær tað longu leið úr Klaksvík til Wien “bert” til at góðkenna eitt frímerki. Allir tóku tignarliga í hondina á Edwardi og vóru heldur fáorðaðir – heilir seks mans stóðu við sjálva prentmaskinuna. Teir stóðu og bíðaðu eftir einum nikki frá Edwardi sum tekin um, at dagurin kundi halda fram.

Tað er so ómetaliga nógv, sum kann vera at hyggja at: litendurgeving, kontrastir, pappírsgóðska, perforering, tekstur og annað.

Eftir nágreiniligar kanningar og samráðingar millum Edward Fuglø og Svanbjørg Manai, stjóra á Frímerkjadeildini, varð givið grønt ljós fyri, at enn eitt vakurt frímerki frá kønu hond Edwards kundi fara á marknaðin. - Merkið kemur út til heystar.

Vit heilsaðu eisini uppá gravørar, teknarar, teldufólk og sóu alla prentsmiðjuni. Vinarliga fylgdi trygdarvørðurin okkum alla tíðina og lat okkum fáa passini aftur, tá ið vit vóru komin at úthurðini.

Í Wien var eisini høvi at síggja spennandi bygningar, søvn og listarverk, og sjálvandi skuldi ein rættilig Wienar-konsert upplivast.