GÍ kendi seg hava møguleikan

Gøtumenn iðraðu seg um støðurnar, sum vóru avgerandi fyri, at teir ikki megnaðu at halda tørn

Gøtumenn vóru sjálvandi harmir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna løgmanssteypið. Í 2000 vóru teir undirtippaðir ímóti HB. Ta ferðina vunnu teir 1?0 við máli, sum teir fingu í 1. hálvleiki, og sum teir megnaðu at verja. Hesa ferð komu teir á odda í 1. hálvleiki, og tá ið teir fóru at hvíla seg, vóru framvegis góðir møguleikar fyri, at teir skuldu vinna.
? Lagið var gott í steðginum. Vit trúðu veruliga uppá, at tað skuldi eydnast. Vit vóru frammanfyri 1?0, og vit áttu at havt skorað í minsta lagið eitt mál afturat í 1. hálvleiki, heldur Bárður á Lakjuni, sum var fremsti maður, og sum stóð rættuliga sterkur í myndini.
Gøtumenn harmaðust um støðurnar, sum vóru rættuliga avgerandi fyri úrslitið. Tá ið B36 javnaði til 1?1, var tað eftir hornaspark, sum var púra óneyðugt. Akkurát innskifti Símun Samuelsen toygdi seg eftir bóltinum, sum var á veg út av vøllinum til málspark. Hann rakk akkurát at nerta bóltin, harvið fekk B36 hornaspark, og John Petersen stútaði til 1?1.
Hin avgerandi støðan var, tá ið Bartal Eliasen fekk reyða kortið, og Gí harvið varð undirmannað í umdystinum.
? Eftir at teir beinanvegin í 2. hálvleiki høvdu javnað, og vit høvdu verið undir stórum trýsti, tóktist tað, sum um vit høvdu fingið fatur á aftur endanum. Men tá ið vit í meiri enn ein hálvan tíma vóru undirmannaðir, sigur tað seg sjálvt, at tað var rættuliga stríggið, heldur Bárður á Lakjuni.
At GÍ misti bæði Bartal Eliasen og Henning Jarnskor hevur við sær, at teir báðir verða leikbannaðir, tá ið GÍ sunnudagin fer at spæla ímóti FS Vágum.