Fótbóltur
Tað tykist sum um lagið hjá Julian Johnsson og nýggju liðfeløgunum í Hull er gott, nú tað av álvara stundar til kappingarbyrjan í Onglandi. Fyrsti dysturin í landskappingini verður leygardagin, og undan hesum hevur Hull sjálvandi spælt hópin av venjingardystum.
Ósigraðir
Ikki kann sigast annað enn, at úrslitini hjá Hull hava verið góð í hesum venjingardystum.
Talan hevur millum annað verið um dystir móti Sheffield Wednesday og Kilmarnock, og enn hevur eingin megnað at bast Julian og teimum, sum hava sett sær greitt mál um at lyfta seg longur upp í ensku fótbóltsrøðini.
Allir hesir dystirnir eru endaðir við sigri til Hull, og leygardagin var so seinasta styrkisroyndin á skránni, tá liðið leikti venjingardyst móti jugoslaviska fyrstu deildar liðnum, FK Obilik, sum eisini er liðið, sum GÍ skal royna seg ímóti hóskvøldið.
Dysturin endaði við javnleiki, 2-2, og er Hull sostatt ósigrað í øllum sínum venjingardystum. Nakað sum ivaleyst gevur gott mót, nú farið verður undir kappingina.
Julian Johnsson byrjaði hendan dystin á miðvøllinum hjá Hull, og sum skilst, stóð føroyski miðvallarin seg væl. Tá hetta samstundis var seinata fyrireiking undan kappingini, kann roknast við, at venjarin hevur sent tað liðið, sum hann heldur vera sítt sterkasta, inn á vøllin, so sannlíkt tykist vera, at Julian longu frá kappingarbyrjan fer at fáa pláss millum teir fyrstu ellivu á liðnum.