Tað er nógv, sum bendir á, at í hvussu er kalvin ikki er heilt útdeyður um okkara leiðir.
Í síðstu viku var ein maður í Vágsbotni og seldi kalva, og aftur í dag vóru ikki færri enn tveir mans á fiskatorginum í vágsbotni, og teir seldu báðir kalva.
Vit fingu orðið á annan teirra.
- Eg var sjálvur annar við kalvalínu í gjár. Vit høvdu 14 línur við umleið 45 húkum á hvørjari, greiðir maðurin frá.
Og fongurin var góður. Teir báðir fingu ikki færri enn 12 kalvar, sum tilsamans vigaðu um 400 pund. Hin størsti lá um 100 pund.
Veðrið var gott. Vit settu nakað norður úr Pollinum í Mykinesi, sigur kalvamaðurin.
Hann fílist tó á umstøðurnar á nýggja og at síggja til fína fiskatorginum í Vágsbotni.
- Tað er týðiligt, at tað er onkur arkitektur, sum stendur aftan fyri hetta. Fyri tað fyrsta eru stabbarnir gjørdir úr flísum, og fyri tað næsta er eingin kantur á. Tað merkir, at tú fyri tað fyrsta ikki fær spulað uttan at gera øll fólk vát, sum standa rundan um teg, og fyri tað næsta er tað nærum ógjørligt at fáa kalvan at liggja á kubbunum, sigur kalvamaðurin.
Hann sigur, at tað heilt klárt skuldi verið nýtt rustfrítt stál í staðin fyri, og so skuldi bæði kantur verið á og rist í, so at tú kundi ekkaleysur spula sølustaðið, samstundis sum tær ikki nýttist at óttast fyri, at kalvin gleið niður á keiina.
Men saman um tikið mundi kalvamaðurin kortini vera nøgdur um dagin og søluna, ið tóktist at ganga sera væl.










