Kári Sverrisson er saman við Bendum Spónum fløguaktuellur. Talan er um útgávuna Nøkur fá fet aftrat, sum rúmar yrkingar hjá Jóanes Nielsen, sum Kári sjálvur hevur gjørt løg til. Nøkur av løgunum eru gjørd í samstarvi við ORKA. Á G! fríggjadagin var eitt gott høvi til at hoyra nakað av nýggja tónleikinum hjá teimum.
Kári hevur havt nógvar hugtakandi framførslur á fleiri av undanfarnu G! festivalunum. Saman við tónleikinum hjá Bendum Spónum, legði Kári enn einaferð lunnar undir eina frálíka konsert. Heðin Ziska Davidsen og Unn Patursson gjørdu við ávíkavist elektronikki og rødd eisini konsertupplivingina enn betri.
Teir tríggir tættirnir, Kári, Bendar Spónir og Jóanes Nielsen, spæla eftir øllum at døma sera væl saman, og eingin ivi er um, áhoyrarafjøldin tóktiskt eisini sera væl nøgd við framførsluna.