Góð jólagáva

Móti VÍF hevur H71 havt takið í ár, og hesa ferð var eisini tvingandi neyðugt at vinna, segði Regin Joensen eftir dystin sunnudagin

Hondbóltur

 

Regin Joensen hjá H71 fegnaðist sum vera man um sigurin á fyrrverandi liðfeløgunum úr VÍF. Og tað gjørdi ikki bitan minni søtan, at sigurin kom júst nú, sum H71 hevði so alstóran tørv á hesum.

- Vit hava havt takið á VÍF í ár. Bæði í venjingardystum, har vit hava vunnið stórt tvær ferðir, og í fyrsta dystinum móti teimum í ár.

- Tí vistu vit, at møguleikin var til staðar, og eftir eina keðiliga viku, har vit høvdu tapt tvær ferðir á rað, so lovaðu vit hvørjum øðrum, at vit skuldu norður at geva okkum sjálvum eina góða jólagávu, sigur Regin Joensen.

Og hann staðfestir eisini, at greiði sigurin ber við sær, at VÍF nú av álvara er aftur í stríðnum um fremstu plássini.

- Ein sigur – og enntá stórsigur – í Vestmanna er sjávlandi góður fyri sjálvsálitið. Ikki minst nú vit máttu vera bæði Halgir og Johnny fyriuttan. Tá er gott at síggja, at aðrir eisini kunnu traðka til og taka ábyrgd, so hesin sigurin hevði heilt nógv at siga fyri okkum, sigur Regin Joensen.