Planet.fo
Tað verður ikki bert føroyska tónleikalívið, ið fær vinningar á Planet Galla á Hotel Føroyum 28. januar. Tey, ið atkvøða við sms um Planet heiðurslønirnar, eru við í lutakasti um ferðaseðlar, eina fartelefon og eitt hald av Sosialinum.
Vinningarnir, ið kasta verður lut um, vera avbera góðir, ein ferð fyri tvey á rutunetinum hjá Atlantic Airways, ein Samsung E 730 fartelefon, og eitt árshald av Sosialinum. Kastað verður lut um í millum øll tey, ið hava atkvøtt um onkra heiðursløn.
Tað ber til hjá øllum fartelefonum við haldi hjá Føroya Tele at atkvøða, og hvør fartelefon kann atkvøða einaferð um hvørja Planet. T.v.s einaferð um bestu útgávu, einaferð um besta føroyska osfrv., hvør atkvøða telur sum ein lutaseðil í lutakastinum.
Nøvnini á vinnarunum verða kunngjørd á Galla veitsluni og løgd á planet.fo sama kvøld og prentaði í Sosialinum mánadagin 30. januar.