Starvsfólk sum uppliva órættvísi, lítlan stuðul og sjáldan fáa nakað herðaklapp eru í stórum vanda fyri at fáa hjartasjúkur, meðan starvsfólk við einum rættvísum stjóra sum stuðlar og gevur herðaklapp og rós, eru í 30 prosent minni vanda fyri at fáa hjartasjúkur, vísir kanningin, sum varð gjørd av yvir 6.000 monnum í almenna sektorinum ymsastaðni í London. Menninir vóru í aldrinum 35-55 ár, tá kanningin, sum vardi í nýggju ár, byrjaði.
Kelda: Sunnhetsbladet