Tey, sum seldu fisk á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaðinum í gjár, fingu rættiliga góðan prís. Eitt nú fór toskur II fyri 21,22 krónur í meðal, toskur III fyri 20,41 krónur, og meðalprísurin á toski IV var 18,65 krónur.
Knappliga trý tons vóru av hýsu, og tað mesta var hýsa II, sum fekk meðalprísin 14,14 krónur fyri kilo. Av hvítingi vóru knappliga fimm tons, sum fóru fyri 10,72 krónur.
Nakað var av tungu og reyðsprøku, og prísirnir vóru góðir. Tunga II fór fyri 29,41 krónur í meðal, og meðalprísurin á reyðsprøku II var 20,68 krónur. Umleið hálvt triðja tons var av svartkalva, sum fór fyri 21,00 krónur kilo.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 32 tons í gjár fyri góðar 520.000 krónur.