Góðir karmar um tónleikalív og mentan

Tá summarfrítíðin er liðug, verður eisini nýggi musikskúlin í Sørvági liðugur. Musikskúlin, sum áður bara var gamli skúli í bygdini, er nú útbygdur og trífaldaður í stødd, samstundis sum gamli skúli er settur í stand og fer at verða brúktur til konsertir og framførslur

TÓNLEIKALÍV

Størsta einstaka íløgan hjá Sørvágs kommunu í hesum árinum er útbyggingin av musikskúlanum í bygdini. Skúlin hevur húsast í gamla skúla, men við skúlaársbyrjan í heyst verða umstøðurnar hjá tónleika-og mentanarlívinum í bygdini og í oynni í síni heild nógv betraðar.
Í november mánaða í fjør tók Sørvágs kommuna støðu til innkomin tilboð upp á arbeiði til nýggjan tilbygning og ístandseting av gamla skúla.
Tað var byggifelagið Trøðhamar í Vágum, sum hevði lægsta boð og fekk til uppgávu at fremja hesa verkætlan í verki. Tilboðini, sum komu inn, lógu úr stívliga 1,5 miljónum krónum upp í stívliga 2 miljónir krónur.
Trøðhamar bjóðaði sær at gera arbeiði fyri 1.544.000 miljónir krónur, men aftrat hesum kemur so ymiskt annað, sum eisini hongur uppi í hesi bygging, sum er nokso serstøk.

Fyrimyndarligt arbeiði
Jákup Súni Lauritsen, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Sørvágs kommunu, er eisini formaður í bygginevndini aftanfyri hesa verkætlan.
Hann sigur, at samlaði kostnaðurin av musikskúlanum fer at liggja millum 3 og 4 miljónir krónur.
- Bygginevndin hevur fylgt væl við verkætlanini, og vit hava havt fundir umleið 14. hvønn dag. Vit halda, at Trøðhamar hevur gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði.
Jákup Súni sigur, at musikskúlaverkætlanin í Sørvági er serstøk, nú gamli skúli verður settur í stand við eitt nú flagtekju, samstundis sum nýggi og størri parturin av byggingini skal fella inn í umhvørvið.
- Gamli skúli verður konserthøll, har pláss verður fyri umleið 100 fólkum, meðan nýggi parturin verður ymisk venjingarhøli og onnur høli. Vit hava havt Jóhannes Steingrund at hjálpa okkum við akukustisku viðurskiftunum, bæði í gamla skúla og í byggingini í síni heild, soleiðis at ljóðviðurskiftini verða so góð sum gjørligt. Hetta merkir, at valið av tilfari eisini er gjørt hareftir. Haraftrat hava vit havt listarmannin, Pól Skarðenni, at hjálpa okkum við vali av litum, sigur hann.

Áhugavert umhvørvi
Jákup Súni Lauritsen sigur, at umframt musikskúlan, hornorkestrið og tónleikalívið í Sørvági annars kemur eisini skúlin, sum liggur hinumegin Kirkjá og hýsir øllum skúlaflokkum, eisini at kunna brúka hølini í tann mun, tey eru tøk, og brúk verður fyri tí.
Hann sigur, at ein umleið 12 metrar long brúgv kemur úr túninum á musikskúlanum tvørtur um ánna og yvir á skúlavøllin.
- Saman við fimleikarhøll skúlans og svimjihylinum verður hetta soleiðis eitt áhugavert skúla-og mentanarligt umhvørvi við nógvum ymiskum møguleikum innan undirvísing, frítíðarvirksemi og mentanarlig tiltøk av ymiskum hugsandi slagi, sigur Jákup Súni Lauritsen.
Hann leggur aftrat, at nakað av grótlaging eisini fer fram á økinum, eins og lagað verður uppundir Kirkjá.