Góðir karmar til nýggjar fyritøkur

Vágur: Tey, sum hava hug at seta á stovn egið virki í Vágs kommunu kunnu nú fáa serstakan stuðul til hetta.

Frá 1. januar komandi ár verður nevniliga gjørligt at fáa ráðgeving til hesa ætlanina, eins og eitt lítið fíggjarligt ískoyti verður givið til keyp av slíkari ráðgeving.
Lagt er upp til, at hesin stuðulin skal vera umleið 5000 kr. Og á býráðsfundi í Vági týskvøldið varð hetta eisini samtykt. Tó fer viðgerðin av fíggjarætlanini fyri 2006 at taka endaliga støðu til, hvør upphædd ið latast skal.
Fleiri viðurskifti skulu fáast í rættlag, áðrenn skipanin kann setast í verk, m.a. skal Innlendismálaráðið góðkenna hana. Fyrireikarnir hava kortini fingið at vita, at skipanin ikki er í mótstríði við kommunulógina, skrivar heimasíðan hjá Suðurrás.
Henda ætlanin er ein partur av Visjón 2010, sum er ein ætlan um at menna og skapa framburð í Vági. Og nú hevur so býráðið eisini skapt ein hepnan møguleika hjá ígongdsetarum.
Henda skipanin við stuðli til ígongdseting av vinnuligum virksemi kemur at virka soleiðis, at hesi fólkini venda sær til kommununa í Vági. Hagani fáa tey stuðul, soleiðis at tey rinda ráðgevingartímar hjá vinnuráðgevum, grannskoðara, sakførara og øðrum sakkønum fólki.