Gamla samgongan valdi eina rætta kós. Tað stendur at lesa í viðmerkingunum til uppskotið um játtanarkarmarnar.
Bill Justinussen, Miðflokkurin, vísti á, at gamla samgongan hevur rikið góðan politikk og fingið búskapin at vaksa.
Hann helt, at uppskotið um karmar er skilagott og viteiga at fegnast um tað. Millum annað nevndi hann, at tað er skilagott at gera tær íløgur, sum eiusini verður mælt til í játtanarkarmunum.
-Eg fegnist um øll tey átøk, sum eru nevnd, men tað undrar meg nógv, at ongin íløga verður brúkt í Føroya næststørstu oyggj, eysturoynni. Tað fari eg at mæla til verður endurskoðað, segði Bill Justinussen, Miðflokkurin