Góði Ívar!

Jenis av Rana

So vakurt endurgevur tú fyrr í vikuni úr skapanarsøgu Bíbliunnar, um at: ... Gud sá at, alt var gott... Tá hevði hann skapt Himin, jørð og sjógv, boðið ljósinum at komið, skilt tað frá myrkrinum, og fingið jørðina at bera okkum urtir, gras og trø. Síðani gav Hann okkum stjørnurnar, sólina og mánan, umframt ymisku djórini og fuglar.
Sum krúnu verksins skapti Hann at enda menniskjað. Um hetta lesa vit soleiðis:
... so skapti Gud menniskjuna í bílæti Sínum; í bílæti Guds skapti Hann hana; sum mann og kvinnu skapti Hann tey.
?og Gud signaði tey. Gud segði við tey: »Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglunum undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!«
? framvegis segði Gud: »Eg gevi tykkum allar urtir á allari jørðini, sum bera fræ, og øll trø, sum bera frukt við frænum í; hetta skulu tit hava til føði.
? og øllum dýrunum á jørðini, øllum fuglunum undir himli og øllum, ið á jørðini skríður, øllum tí, ið hevur livandi sál í sær - teimum gevi Eg allar grønar urtir til føði.« Og so varð.
? og Gud sá alt tað, ið Hann hevði gjørt - og tað var sera gott. Og kvøld varð, og morgun varð, sætta dag.
Ein óskiljandi Skapan, ein veldigur Gud!
At vit longu í triðja kapitli byrja at lesa um virksemi ormsins og snildi hansara, er harmuligt. Tó eisini hesum gjørdi Skaparin ein útveg úr, hóast tað kostaði Honum einasta Son Sín.
Men júst tað kann gerast bjarging okra.