Tólv teir fyrstu dagarnar í mars landaði landingarmiðstøðin Kongshavn sløk 2200 tons. Nú er nógv minni at fáa og skipini, sum hava roynt í eina viku, eru bara hálvfull. Góði upsafiskiskapurin, sum partrolararnir hava havt seinastu 2-3 vikurnar, er fyribils hasaður av aftur.
Skipini, sum fóru útaftur í byrjanini av seinastu viku, fingu okkurt gott tóvið beinanvegin, men síðan hevur verið lítið at fingið.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará siga tey, at tey fyrstu skipini eru væntandi inni aftur til landing í morgin ella hósdagin.
- Um tað hevði verið, sum tað hevur verið seinastu 2-3 vikurnar, høvdu skipini longu verið inni aftur við fullari last, men enn eru tey ikki meiri enn hálvfull.
Sum skilst, plagar upsafiskiskapurin at minka, eftir at hann hevur verið góður nakrar vikur í bestu vártíð, men síðan plagar fiskiskapurin at taka seg uppaftur einar 2-3 vikur seinni.
Partrolarar vóru í rættiligum upsaroki herfyri, og bara 12 teir fyrstu dagarnar av mars mánaði landaði landingarmiðstøðin Kongshavn sløk 2200 tons.
- Í løtuni lata skipini illa at veiðini, men tey vóna, at góði upsafiskskapurin fer at taka seg uppaftur, sum dagarnir ganga, siga tey á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.










