Góði, søti Kristian Magnussen!

    

Heðin M. Klein, fyrrv. Løgtingsmaður
?????????????????????????????

Tað tykist ikki, sum tú rættiliga skilti tað, eg vildi við míni fyrru rættleiðing.
Sum tað positiva menniskja, ið eg haldi, at flestu tjóðveldisfólk av náttúruni eru, royna vit so eina seinastu ferð, sjálvt um útlitini kanska ikki eru tey frægastu.
Orsøkin til mína fyrru viðmerking var tann einfalda, at eg royndi at reisa ein prinsippiellan spurning:
Tað snýr seg í roynd og veru um, at føroyskir politikarar í 2004 eiga at vera so mikið at sær komnir, at teir halda seg burtur frá tí, sum í politikki og samfelagsmálum verður nevnt, við einum upprunaliga latínskum heiti, at majorisera (nedstemme, besejre eller tvinge ved stemmeflerhed; udøve »flertalsdiktatur« - Gyldendals Fremmedordbog 1986).
Ja, tá ið samanum kemur, snýr tað seg væl saktans um sjálva rættartrygdina í einum sam-felag.
Men tað skilir tú kanska heldur ikki??