Góði Rolf Guttesen

Rolf Guttesen heldur, at Norðuratlantsbólkurin hevur lagt trýst á Sosialin, til tess at fáa blaðið at koma við eini umbering fyri nakað, sum Rolf hevur skrivað um virksemið hjá føroyska partinum av bólkinum. Tað eri eg

Rolf staðfestir í Sosialinum í gjár, at ”ein politiskur bólkur leggur trýst og press á miðlar, so teir ikki tora at skriva ávís orð og meiningar. Eg skal ikki royna at seta navn á hendan tendens. Teir vilja skerja tað talu- og skrivifrælsi, sum er staðfest í okkara grundlóg § 77. Haraftrat vil eg siga, at hesin lítli bólkur á Fólkatingi spælir eitt ódámligt og ómansligt hulduspæl. Um teir meina, at nakað er í samrøðuni, sum er átaluvert, so kundu teir lagt navn til eina viðmerking ella rætting. Um teir meina, at nakað straffbart er sagt, so eru teir vælkomnir at saksøkja. Men hundarnir tora ikki.”

Góði Rolf!

Eg las faktiskt hasa greinina um okkara virksemi. Og eg kundi ikki droymt um at klagað um hana. Hon var heilt øgiliga stuttlig!

Tíni orðatorisku evni kunnu kanska ikki samanberast við tey hjá stríðsfelaga tínum Virgari Dalsgaard, men tað er líka við. Tað er fongur í tykkum báðum tveimum. Tit eru keldur, sum vit onnur kunnu oysa av.

Tí endurgav eg eisini síðsta mikudag ein stóran part av eini grein hjá Virgari á fólkatingsins talarastóli. Allur salurin mundi flána í látri!

Eina aðru ferð, um eg fái høvi, taki eg kanska eina grein hjá tær.

So halt endiliga á, Rolf! Og eggja Virgari til eisini at hvessa sær pennin!