Alideildin hevði framúr gott úrslit orsaka av góða laksaprísinum, meðan felagið framvegis missir fitt av peningi við framleiðsluni av liðugvørum. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist eisini sera væl.
Hesum boðar Bakkafrost frá í tíðindaskrivi.
– Annar ársfjórðingur royndist væl hjá okkum, serliga eru tað høgu laksaprísirnir sum síggjast aftur í úrslitinum. Eftirspurningurin eftir laksi er stórur og útboðið er ikki eins stórt og tað hevur verið, og hetta sæst aftur í hækkandi laksaprísum. Í løtuni missir Bakkafrost pening við at framleiða lidnar vørur í mun til um laksurin var seldur á spot marknaðinum, men av royndum vita vit at marknaðurin vendur og tá fara vit at vinna pening aftur við framleiðsluni av liðugvørum. Vit vita, at marknaðarviðurskiftini eru skiftandi, tí er umráðandi, at vit hugsa við framtíðini í huga fyri at virðisøkja sum mest og varðveita tey um 200 arbeiðsplássini í hesi deildini, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Úrslitið fyri 2. ársfjórðing 2013 var 227 milliónir fyri skatt og 184 milliónir eftir skatt.
Bakkafrost seldi tilsamans 10.540 tons av laksi og setti 1,8 milliónir smolt út í øðrum ársfjórðingi 2013.
Úrslitið frá primerum rakstri í øðrum ársfjórðingi hjá alideildini var 200 milliónir krónur í mun til 68 milliónir í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin til hækkingina er hækkandi laksaprísur – tøkan av laksi var á leið tað sama.
Liðugvørudeildin hevði eitt undirskot frá primerum rakstri áljóðandi 42 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi, móti einum vinningi á 11 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2012. Orsøkin til laka úrslitið er, at rávøruprísurin á laksinum fyri liðugvørudeildina hækkaði skjótt í ársfjórðinginum, samstundis sum avtalaðu søluprísirnir fyri lidnu vørurnar ikki hækkaðu eins skjótt.
Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 25 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi 2013 í mun til 8 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin er, at felagið hevur fingið hendur á væl meira rávøru í ár, bæði at nýta til laksafóður eins og at selja uttanlands sum mjøl og lýsi.
30. juni hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 786 milliónir krónur í mun til 807 milliónir við ársenda 2012. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 617 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 49%.
Bakkafrost hevur um 590 fulltíðarstørv, av hesum eru um 200 í liðugvørudeildini og 75 á Havsbrún.
Marknaðurin
Marknaðarútlitini fyri seinna hálvár av 2013 eru góð. Eftir at útboðið øktist umleið 22% í 2012, sær út til at útboðið fyri 2013 einans økist uml. 2%. Tó verður meir fiskur á marknaðinum seinna hálvár, soleiðis at tann óvanliga høgi prísurin vit hava sæð í seinastuni helst lækkar nakað. Vit vænta tó at prísurin framvegis verður hampiliga góður.
Tær virðisøktu vørurnar, sum Bakkafrost framleiðir og selur, verða vanliga seldar til fast avtalaðar prísir umleið 6 til 12 mánaðir fram í tíðina. Hetta tryggjar eina støðuga príslegu. Bakkafrost hevur longu selt umleið 31% av fiskinum, sum skal takast restina av 2013. Sáttmálabundnu prísirnir hækka í seinnu hálvu av 2013 og serliga í fjórða ársfjórðingi.
Aling
Bakkafrost væntar at taka umleið 45.000 tons í kruvdari vekt í 2013. Hetta er nakað tað sama sum í 2012.
Ætlandi verða 10 milliónir smolt sett út í 2013, hetta er heldur minni enn í 2012.
Metingin um tøkuna av fiski er altíð tengd at einari ávísari óvissu m.a. tí lívfrøðiligu gongdini. Sum heild er lívfrøðiliga gongdin í Føroyum góð. Bakkafrost arbeiðir áhaldandi saman við hinum alifyritøkunum í Føroyum við at niðurberja lúsina og betra um mannagongdirnar. Alifyritøkurnar í Føroyum gera áhaldandi samskipaði tiltøk í hesum sambandi.
Mjøl, lýsi og fóður
Fyri fóðurdeildina hjá Havsbrún er føroyski marknaðurin tann týdningarmiklasti. Havsbrún leggur dent á eina sunna og heilsugóða vøru, sum er framleidd burturúr burðadyggum rávørum har atlit til fiskaheilsu, umhvørvið, stovnsrøkt , matvørutryggleika og effektiva laksaframleiðslu eru í hásæti.
Havsbrún er einasta virki í heiminum , sum hevur eina samantvinnaða framleiðslu av fiskamjøli, lýsi og laksafóðri.
Mett verður at samlaða nýtslan av laksafóðri í Føroyum í ár verður umleið 90.000 tons. Samlaða sølan hjá Havsbrún bæði innan- og uttanlands væntast at vera millum 80 og 90.000 tons.
Á mjøldeildini hjá Havsbrún verður fiskamjøl og lýsi framleitt. Havsbrún keypir fisk, ið verður góðskaður í hásodnulig proteinir og fyri laksin lívsneyðugar fitisýrur. Við øktum kvotum og størri tilvitan, at fóðurfiskur og slógv veruliga kann góðskast til fyrstafloks mat til heimsins besta laks, hava vit vónir um at taka ímóti meira fiski samanborið við síðsta ár.
Havsbrún ætlar at økja framleiðsluna av mjøli og lýsi. Hetta eru týdningarmestu rávørurnar í fóðrinum. Fóðrið verður virkað víðari til heilan laks og síðani til virðisøktar vørur til endabrúkarar um allan heimin. Men framleiðslan av mjøl og lýsi er avmarkað av tilgongdini av rávøru. Við øktari føroyskari kvotu av svartkjafti og royndarfiskiskapi eftir hvítingsbróðuri átti rávørustøðan at kunna betrast. Um Havsbrún ikki fær fatur á fiski til laksafóður, innflytir felagið fiskamjøl og lýsi.
Rávøruprísirnir til fóður hava verið hækkandi seinastu árini, har serliga rávørur úr fiski eru dýrkaðar, og økir hetta munandi um kostnaðin á laksinum.
Íløgur
Bakkafrost kunngjørdi fyri stuttum, at felagið komandi fimm árini ætlar at gera íløgur fyri slaka 1,1 mia kr. Av hesum væntar felagið at gera íløgur fyri 170 milliónir kr. í 2013, har útbygging av smoltstøðini á Norðtoftum er størsta einkulta íløgan, sum er uppá uml. 50 mió kr. Umframt tær 170 mió kr. Kemur brunnbáturin sum felagið hevur skrivað sáttmála um at lata byggja. Báturin verður 3.000 m3 og kann taka 450 tons av livandi fiski, og verður ætlandi tikin í brúk á sumri 2015.
Endamálið við íløgunum er at tryggja, at Bakkafrost framhaldandi hevur besta kappingarføri, samstundis sum framleiðsluorkan verður økt.
Fíggjarliga støðan
Góða gongdin á laksamarknaðinum og ein munadygg framleiðsla fara væntandi at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá felagnum. Ein stórur eginpeningur í mun til samlaðu ognirnar hjá felagnum saman við verandi fígging gera, at Bakkafrost er sera væl fyri fíggjarliga til at gjøgnumføra tær ætlaðu íløgurnar, sum liggja fyri framman.