Góði Kofi

Aðalmálið hjá sitandi landsstýri er eftir øllum at døma ikki at tryggja føroyingum eitt lív í sátt og semju í Føroyum. Aðalmálið er harafturímóti at finna útav, hvussu landsstýrið kann skaða viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum mest møguligt.

Hetta minnir ikki sørt um støðuna, tá irakiski herðurin, undir tí sonevnda flógvakrígnum, ongan møguleika sá sær longur at vinna kríggið. Tá byrjaðu teir at seta eld á oljuútbúnaðin í Kuveit, tí hóast tú ikki kanst vinna, so kanst tú altíð oyðileggja mótpartin.


Brævið til ST

Nú frættist at landsstýrið hevur sent bræv til ST, har teir kæra sína neyð um samráðingargongdina við donsku stjórnina. Millum annað verður sagt, at danska stjórnin vil ikki akta ein stóran meiriluta á Føroya Løgtingi. (Av góðum grundum verður einki sagt um, hvussu stórur hesin meiriluti er).


Endamálið við brævinum er heilt greitt at seta donsku stjórnina í ringt ljós, bæði millum føroyingar og úti í stóru verð.


Hetta er enn eitt dømi um tann Sadam Huseinska taktikkin. Nú landsstýrið ongan møguleika sær fyri at vinna fullveldisstríðið, skulu ríkisfelagsskapurin og Danmark oyðileggjast mest møguligt.


Alternativt bræv

Hóast brævið til ST ikki er stórt í vavi, so gevur tað eina skeiva fatan av viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum.


Eitt alternativt bræv til Kofi Anand kundi tí meira hóskandi ljóðað nakað soleiðis:


Góði Kofi.

Vit eru eitt lítið land og tralkað fólk í danska kongaríkinum. Hetta hevur verið okkara støða síðani 1380. Líka síðani tá hava kongar og stjórnir kúgað okkum.


Síðani 1948 hava vit havt eina sokallaða heimastýrisskipan (home rule), sum hevur tikið alla ábyrgd frá okkum. Hetta førdi við sær, at vit í nógv ár keyptu, uttan at gjalda nakað fyri tað.


Sum tygum skilja góði Kofi, so mátti hetta enda við, at vit fóru á húsagang. Og sum tygum eisini duga at síggja, so vóru tað ikki vit- men danskarar, sum høvdu skuldina.


Umframt hetta so fáa lesandi føroyingar í Danmark ein sokallaðan føroyafrádrátt, sum hevur við sær, at tey ikki sleppa at gjalda skatt til danska statin, fyrr enn tey hava vunnið yvir 70.000 krónur, og harumframt noyðast tey at móttaka hægsta lestrarstuðul í heiminum (3.500 krónur um mánaðin). Ja tað er enntá so gali, at sjálvt um tey fara í onnur lond enn Danmark at lesa, so forfylgir hesin stuðul teimum.


Av tí at vit soleiðis eiga nóg mikið av lummapeningi, eru vit eitt ferðandi fólk. Men eisini her renna vit okkum í tann imperialistiska múrin. Tí um vit fáa hjálp frá donskum ambasadum í fremmandum londum, so sleppa vit ikki at gjalda fyri tað.


Eina ferð um árið móttaka vit ein kekk á 125 milliónir dollarar frá donsku stjórnini. Vit sleppa ikki at gera herðskildu, sum aðrar frælsar tjóðir, og eisini finnast fleiri onnur ræðandi dømi um okkara avmarkaða frælsi.


Sum tygum skilja, so finna vit okkum ikki í hesi eyðmýkjandi støðu longur.


Um tygum hyggja út ígjøgnum vindeygað, so síggja tygum einki føroyskt flagg. Hetta prógvar enn einaferð, at Føroyar eru eitt kúgað land.


So góði Kofi. Tað vildi glett okkum, um tygum kundu greitt okkum frá hvørjar mannagongdir hava verið nýttar, tá aðrar tjóðir, sum hava livað undir líknandi korum sum vit (um nøkur finst) eru loystar úr sínum trælabandi.


Tað skal undirstrikast, at ætlanin er ikki at nýta hetta bræv, ella eitt møguligt svar frá tygum til nakað sum helst.


NB! Vinarliga vís ikki danska sendiharranum brævið.



Jóhan Petur Johannesen