Góði Kári P Højgaard

Eg havi fingið skriv frá tær sum formaður fyri Javnaðarflokkin. Fyri at vera heilt erligur, so undraðist eg ikki sørt yvir, at tú sendi mær hetta skriv, tí tú hevur hóast alt verið tingmaður nú í nøkur ár og kennir eins væl og eg sjálvur, hvussu orðaskiftið mangan fer fram á Føroya Løgtingi.

Men mínar viðmerkingar til skriv títt eru hesar:

Javnaðarflokkurin fer ikki at leggja seg út í, hvussu okkara egnu tingfólk ella tingfólk úr øðrum flokkum málbera seg á tingi. Har valdar tælufrælsi, og hvør tingmaður má sjálvur standa til svars fyri tí, ið sagt verður bæði í mun til formansskapin og egnu veljarar.

Annars má eg staðfesta, at støðið á tí, sum verður sagt frá tingsins røðarapalli, er fallið munandi seinnu árini. Men hetta er so ein avleiðing av, hvat formansskapurin letur um seg ganga.

Tað, sum John Johannesen segði, var ein staðfesting av arbeiðsslagnum hjá Kára á Rógvi. Eg má siga, at hetta er fyri lítið at rokna í mun til, hvat er sagt av tingmonnum eisini av Kára á Rógvi um aðrar tingmenn. So seint sum í síðstu viku, var eg persónliga niðurgjørdur av tingmanni, uttan at hann varð átalaður av formanninum.

Aðrar viðmerkingar havi eg ikki til skriv títt.