Takk fyri títt lesarabræv í Dimmalætting 25. september, har tú fílist á yvirlýsingina til frama fyri rættindi teirra samkyndu og mín leiklut í tí sambandinum, herundir samrøðuna við meg í Útvarpinum 21. september.
Eg eri sera takksom, tí lesarabrævið hjá tær gevur mær høvi at rætta nakrar misskiljingar, sum eyðsýniliga eru íkomnar.
Lat meg byrja við tí, sum eg eisini nam við í Útvarpinum, at eg altíð fari at stríðast fyri rættinum hjá fundamentalistiskum muslimum, fundamentalistiskum kristnum - ja, einhvørjum fundamentalisti - at vera til í Føroyum og eisini at liva so sum hennara sannføring býður henni, um landsins lógir annars verða hildnar og viðkomandi er í landinum lógliga. Tað merkir, at um fundamentalisturin hevur hug at ganga við sløri, lata skeggið grógva, at tala í tungum ella praktisera hondsálegging, ja, so meini eg avgjørt at hesin serligi livihátturin skal vera loyvdur. Eg haldi ikki, at onnur eiga at sleppa at blanda seg í lívsførsluna hjá fundamentalistunum.
Á sama hátt meini eg, at aðrir minnilutar, til dømis tey samkyndu, skulu hava rætt at liva sum fræls menniskju í Føroyum. Og júst tí samkyndi minnilutin hevur verið forfylgdur í Føroyum, meini eg, at tað hevur stóran týdning, at hesin bólkurin fær eina serliga verju ímóti mismuni og sjálvandi sleppur at skráseta seg í parlag. Tey samkyndu eru jú partur av diskriminatiónsparagraffum í vælvirkandi demokratium, og tað sanniliga ikki uttan grund.
Stutt sagt, so haldi eg, at uppgávan hjá demokratinum er at skapa karmarnar fyri eini ørgrynnu av ymiskum meiningum og liviháttum, sum skulu sleppa at vera til. Markið gongur sjálvandi har, ið traðkað verður á onnur individ. Lat meg líka staðfesta, at eg av fullum huga taki undir við revsilógini, sum ikki loyvir bankaránum, pædofili ella morði.
Tað er sjálvandi møguligt at gera sum fundamentalistiskir samfelagsbólkar halda: At lata eina ávísa kristna tulking avgera, hvussu lógirnar skulu smíðast í Føroyum. Men so eru Føroyar ikki longur eitt demokrati. So eru Føroyar fullkomiliga farnar burtur frá tí norðurlendsku demokratisku traditiónini, men líkjast heldur londum í Miðeystri, har átrúnaðarlig prinsipp stýra lóggávuni. Hesi átrúnaðarligu prinsipp eru høgt hevjað yvir alt demokratiskt kjak, tí her er talan um absoluttar sannleikar, dikteraðir úr erva.
Eg gangi inn fyri demokratii, og sum demokratur fari eg altíð at stríðast fyri, at demokratiið sleppur at virka. Tað merkir, at eg ongantíð fari at góðtaka, at ein einstakur bólkur við eini serligari sannføring, skal sleppa at taka demokratiið frá okkum og seta í gildi átrúnaðarligar lógir ella aðrar formar fyri diktatur, eitt nú kommunismu ella fascismu.
So um fundamentalistiskir muslimar ella fundamentalistisk kristin vilja taka yvir og seta sínar átrúnaðarligu lógir í verk í Føroyum, so eri eg ein av teimum, sum avgjørt ikki vil sita hendur í favn, men brúki mín demokratiska rætt til at stríðast sum úlvur á skóg fyri demokratinum!
Eg haldi tað vera neyðugt at rætta eina misskiljing hjá tær, John S. Myllhamar. Tá tú leggur Útvarpið undir ?kommunistiska atferð?, tí tú ikki sjálvur slapp framat mikrofonini hendan leygardagin, so er tað ikki rætt. Framferðarhátturin hjá Útvarpinum er júst ein verja av tí vanliga journalistiska frælsinum, sum er ein av hornasteinunum í demokratinum. Einhvør kann ikki koma og krevja at sleppa framat mikrofonini, heldur ikki løgmaður. Tað avgera journalistarnir og teirra leiðarar einsamallir. Og tað merkir jú ikki, at talu- og skrivifrælsið er sett úr gildi. Millum annað hevði tú títt lesarabræv í Dimmalætting og kom við tínari meining.
Og tá tað snýr seg um homofobiskar meiningar, haldi eg ikki, at tit hava grund til at grenja. Homofobarnir hava sín egna landsstýrismann, sum hevur næstan óavmarkaða atgongd til fjølmiðlarnar. Tað er fínt og vísir, at demokratiið virkar, hóast tað neyvan kann sigast at vera eitt framstig fyri demokratiið, at fundamentalistarnir vórðu bodnir við í stjórn. Harafturat rokni eg við, at um vit tímdu at telja saman, so hava vit í føroysku fjølmiðlunum sæð nógvar, nógvar ferðir fleiri innlegg av homofobiskum slagi enn innlegg, sum tala søk teirra samkyndu.
Tú leggur meg og hini sum hava skrivað undir yvirlýsingina at siga, at ?allir? føroyingar happa tey samkyndu. Nú dugi eg ikki at siga, hvaðani tú hevur hesa upplýsing, men eg kann siga, at hon sjálvandi er skeiv. Tað, sum eg harafturímóti kann siga er, at samkyndir føroyingar hava verið happaðir og
vanvirdir í Føroyum og hava eisini ofta verið fyri hatursálopum. Tí hava flestu opnu samkyndir føroyingar verið noyddir at flyta av landinum fyri at sleppa at liva eina virðiliga tilveru.
Eins og tú kenni eg eisini nógvar føroyingar. Eg kenni nógvar føroyingar, sum sjálvandi ganga inn fyri at veita teimum samkyndu teirra sjálvsøgdu rættindi, og sum ongantíð høvdu kunnað hugsað sær at happa ella lagt á samkynd fólk. Men tað merkir ikki, at slíkt ikki hendir. Og higartil hevur forfylgingin ikki fingið aðrar avleiðingar enn tær, sum tann samkynda einsamøll má taka á seg: Nevniliga at flyta av landinum. Tí er tørvur á, at hesin bólkurin verður nevndur í diskriminatiónsparagraffini, soleiðis sum tey vælvirkandi demokratiini hava samtykt at gera tað. Annars halda tey, sum happa ella hava hug at sláa tey samkyndu jú, at myndugleikarnir halda tað vera í lagi at bera seg so at ímóti okkara medmenniskjum.
Tú, John S. Myllhamar, gert teg til talsmann fyri, at tad er ein sjúka at vera samkyndur. Tú sigur okkum ikki, hvaðani tú hevur hesa ?upplýsing?. Men eg kann siga tær, at WHO, alheimsfelagsskapurin hjá S.T., ið globalt stríðist ímóti sjúkum, longu fyri mongum árum síðani strikaði homoseksualitet av listanum yvir sjúkur. Tó kann eg nevna, at áður hava verið fólk, ið halda, at homoseksualitetur er ein sjúka.
Kristiliga Dagblaðið hevði herfyri eina grein um danska nazistalæknan, Carl Værnet, ið helt sum tú, John S. Myllhamar, at homoseksualitetur var ein sjúka. Kristiliga Dagblaðið skrivaði greinina í sambandi við, at bókin ?Værnet - Den danske SS-læge i Buchenwald? kom út. Nazistalæknin varð headhuntaður av Heinrich Himmler og SS - fyrst til hertiknað Prag, síðani til KZ-leguna, Buchenwald. Himmler var helsligin av tankanum um tað fullkomnu germansku rasuna og setti øll segl til fyri at útrudda homosexualitet. Í Prag og í Buchenwald framdi Værnet síðani sínar tvingsilsviðgerðir, sum tíðum endaðu við, at ?sjúklingarnir? doyðu av ?viðgerðini?. ?Viðgerðirnar? móti ?sjúkuni? virkaðu sum kunnugt ikki, og Himmler og Værnet noyddust tungir í huga at viðurkenna, at upp móti 10 prosentum av teirra ?reinu? rasu vóru homosexuell. Mong teirra endaðu sum kunnugt í gassovnunum hjá nazistunum saman við jødunum.
Í bók síni ?Moderniteten og holocaust? skrivar Zygmunt Baumann, at totaliteri staturin hjá nazistunum »dehumaniseraði« læknarnar, sum annars eiga at virka FYRI teirra medmenniskjum. Hann skrivar, at samvitska teirra spakuliga druknaði í totaliterismuni. Demokratiið skýggjar sum kunnugt allar formar fyri totaliterismu.
Eg eri sera bilsin av at síggja, at tann forfylging, sum nazistarnir framdu ímóti jødum og homoseksuellum, ikki hevur lært allar føroyingar at humanisma og frísinni framvegis eru einasta gongda leiðin í einum nýmótans samfelagi.
Tú nevnir eisini, at samkynd kunnu blíva lekt fyri sína sjúku við at koma í kirkju. Er tad soleiðis, at allar sjúkur kunnu lekjast við at fara í kirkju? Til dømis eisini krabbamein? So má tann logiski konsekvensurin vera, at tú og tíni ikki fara til lækna, - hatta orðna tit í kirkjuni. Og so ert tú vælsaktans eisini fyri, at vit niðurleggja landssjúkrahúsið? Í hesum sambandi vil eg vísa á frálíka norska dokumentarfilmin, ?«BE - skitne, syndige meg», sum er grundaður á dagbókina hjá kristna og homosexuella Bjørn Eriki, ið tók lívið av sær, bara 20 ára gamal. Dagbókin snýr seg um hansara stríð móti sínum homosexuella identiteti, eftir ?góðum ráðum? frá norsku kirkjuni.
Annars nevnir tú nakað, sum ferð eftir ferð verður havt á lofti: At Føroyar er eitt kristið samfelag. Eg kundi hugsað mær at vita, hvat tú ítøkiligt leggur í staðfestingina, ?kristið samfelag?. Fyri meg eru Føroyar fyrst av øllum eitt demokratiskt samfelag, har meirlutin óivað játtar kristnu trúnna. Hetta hava tey sjálvandi allan rætt til og skulu eisini hava allan rætt til framyvir.
Lat meg enda við einum spurningi til tín, John S. Myllhamar: Hvat er tað, heilt ítøkiligt, sum tú og tíni missa, um løgtingið samtykkir, at tað ikki skal vera loyvt at gera mismun ímóti teimum samkyndu, og at tey samkyndu skulu sleppa at skráseta seg í parlag?