Sjálvur havi eg verið prestur í Norðurtýsklandi ella Suðurslesvík og stóri hópurin av teimum gomlu sóknarbørnunum hjá mær vóru offur fyri Hitlerstýrinum í Týsklandi.
Eg havi kent og jarðað nógvar gamlar týsk/danska vinmenn, sum hava sitið í týskari fangalegu, og sum vóru merktir á lív og sál av hesum upplivingum. Felags fyri teir allar var, at teir vóru góðir við Danmark og ta donsk/norðurlendsku hugsjónina um demokrati, meðan teir ræddust tankan um, at ein statur tekur kvørkratak um ein annan stat og eitt annað fólk ? sum er eyðkent fyri nationalsosialistiska hugburðin.
Góði Johan Dahl. Vit hava øll loyvi til at vera ósamd um eina sak. EIisni ríkisfelagsskapin. Vit eru øll eins góðir føroyingar hvørt vit vilja loysing ella samband. At skýra tíni mótstøðufólk nationalsosialistar er líka so nógv burturvið, sum tað hevði verið av mær at skýrt teg ein quisling. Vit liva í einum demokratiskum landi og eiga at duga at vera ósamd um eina sak ? og at virða tað, at onnur fólk hugsa øðrvísi enn ein sjálvur.
Um tú innihaldsliga hevur so lítið at borðreiða við politiskt, at tú ikki megnar annað enn at samanbera tíni mótstøðufólk við nazismu og talebanismu, so hevur tú ikki nóg nógv argument fyri tínum egna politikki. So ansa eftir eina aðru ferð ikki at lata kenslurnar fara avstað við tær, men nýt vit og skil, tí tað hevur tú ovmikið av.
Loksins eitt sindur av suðuroyarhumor í sárið: Um tær manglar argument fyri at vera sambandsmaður ert tú vælkomin at ringja til mín!!!