Greinir tínar: Jesuspápi og hansara minstu - í Sosialinum fríggja- og mánakvøldið - kunnu ikki metast ov høgt, tí tær skera inn á bein, tá talan er um høgrakristindóm og reinan fanansskap, sum ofta vísa seg at vera tvær síður av somu søk. At láta sum um og at vera. Greinirnar áttu at verðið sendar øllum skúlum í Føroyum, so tær kundu verið tiknar til viðgerðar, sum liður í verjuni móti øllum slagi av høgrakristnum ágangi burturi og heima. Tað er tað harðliga brúk fyri.
Fuglafjørður, tann 5. mei 2009