Góði Hans

Í okkara stilla sinni ert tú saknaður.
Tínar hendur avrikaðu nógv.
Tú hevði ikki altíð so nógv orð, tó vart tú fult til staðar og nærverandi, tá fólk var rundan um teg, og tú náddi inn til menniskju.
Tú hevði nógv um hendi, men títt góða hjarta sá tann veika og einsamalla.
Hvør kvinna kundi ikki ynskt sær ein mann sum teg? Tú vart trúfastur og góður við tína konu. Tú rósti henni og dróg vakurleikan fram í henni hvønn dag. Hon var títt lív og tín perla í lívinum – ongin ivi um tað!
Gjøgnum tykkara langa hjúnarband vóru tit samangrógvin, og sjálvsagt er saknurin serliga stórur hjá tær Oddvør (vit fegnast um at hava teg her enn góða Oddvør. Tú ert eitt lívsstykki, tað er vist!)
Hans, tú vart nakað heilt serligt fyri okkara son. Hann lá tær tætt at hjarta, tað upplivdu vit. Onki dámdi tær, um tú ikki slapp at síggja hann hvønn dag. Og lá hann í vogninum, tá tú komst av Dal í døgverðatíma, kundi tað meiri enn so henda seg, at Hans Melaku av onkrari ”løgnari” orsøk knappliga vaknaði. Hóast 1 ár síðani tú fórt, verður tú javnan tikin á tungu av Hans Melaku. Hann tosar um teg, Jesus og Himmalin. Hann hevur nógvar spurningar og ímyndar sær nógv ymiskt, sum eitt 3-4 ára gamalt mangan ger.
Vit gleðast um, at sonur okkara fekk 2 ár saman við tær – tey eru honum gull verd.
Eg takki tykkum báðum, Oddvør og Hans, fyri ta góðu og kærleiksfullu vælkomst, eg fekk, tá eg og Rógvi byrjaðu at finna saman fyri 13 árum síðani. Eg merkti, at eg bleiv móttikin við opnum ørmum, og er tað torført at seta orð á, hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri meg.
Hans, tú hevði uppbygt tær nógvar og góðar dygdir gjøgnum lívið. Tað andaliga og tey kristnu virðini lógu tær sera frammaliga. Var familjan savnað saman til døgurða ellað annað, ja, so varð altíð trivið í Guds Orð og bøn. Hvønn morgun byrjaðu tú og Oddvør dagin við bøn, har tit nevndu hvønn familjulim við navni og dekkaðu tey í bønini.
Nógvir kaffikoppar eru tømdir saman við tykkum, og tað, ið sermerkti teg Hans, var, at tú vart so positivur. Í øllum sást tú møguleikar heldur enn forðingar. Tú tosaði bert væl um fólk. Ikki dámdi tær, at illa varð tosað um onnur, og megnaði tú altíð at venda ringum práti til gott.
Eg takki Gudi fyri, at tú og Oddvør kundu vera míni verforeldur. Takk fyri alt, tú/tit hava verið fyri okkum, tað hevur lívsstóran týdning.
Máttu nógvar av tínum góðu dygdum livað víðari í okkum, ið eftir sita.
-----
Sonja, desembur 2012