Tað vil siga, at eftir tínum logikki, so skal eg sum formaður floksins satsa upp á 1% til næstu veljarakanning, tí so eru Føroyar væl stýrdar.
Heilt erliga Høgni, lat okkum nú uppføra okkum sum vaksin ábyrgdarfólk! Tað er júst í hesum tíðum, vit hava brúk fyri konstruktiviteti og positivum hugburði móti dagsins risastóru avbjóðingum.
Góði Høgni! Eg siti í einum sessi, sum til tíðir gevur ómetaliga nógv at hugsa um og sum krevur eina mentala styrki, sum er í góðum standi. Tú átti at roynt hetta starv í eina tíð, tí tá vænti eg ikki, at tú hevði ført teg fram, soleiðis sum tú gert í hesum døgum.
Eg havi brúkt alla mína positivu orku, og eg meini alla, at geva vón og at skapa ein positivan anda bæði saman við teimum, sum eg arbeiði við dagliga og saman við mínum landsmonnum annars. Eg havi eina turkatrúgv uppá, at vit koma gjøgnum hesa kreppuna enn sterkari, sjálvt um brotasjógvarnir ikki hava trotið.
Tað er eingin gandaloysn fyri okkara samfelag, bert hart og stríggið arbeiði.
Góði Høgni! Um tú metir, at tú røkir tínar skyldur sum andstøðuleiðari við at seta meg í ringt ljós, so er tað ikki rætti mátin. Eitt afghanskt orðatak sigur: “Hvørja ferð vit peika eftir øðrum við fremstafingri, venda tríggir fingrar móti okkum sjálvum”.
Við bestu heilsan og persónligari virðing fyri tínari søk, sum eg eri ósamdur í.