Góði borgari í Tórshavnar Kommunu

Í Havn, á Hvítanesi, í Kaldbak, í Norðadali, í Syðradali, á Argjum og í Kollafirði


Tórfinn Smith

býráðslimur og valevni


Aftur til hetta býráðsvalið finnur tú meg á Javnaðarlistanum, og nú sum áður, fari eg at leggja alla orku í at fremja ein tryggan og framtakshugaðan fíggjarpolitikk, sum skal tryggja framburð og trivnað fyri øll. At øll mál fáa eina reella, sakliga og skjóta málsviðgerð. At útbyggingar verða raðfestar í langtíðarætlanum. At planlegging fer at ráða heldur enn tilvild.

Tað er lítið at ivast í, at fólk kunnu vera ymisk á máli um hvussu hesi seinastu fýra árini hava vignast. Ávís mál eu rokkin, og í øðrum førum mugu vit ásanna, at tað hevur gingið meira striltið. Vit kunnu tó ongantíð siga, at nú eru vit komin á mál. Heimurin stendur ikki í stað, og tað ger Tórshavnar Kommuna heldur ikki. Politiskt arbeiði er at planleggja og finna skilagóðar loysnir sum tæna borgarunum sum heild, í samtíðini og framyvir.

Vilt tú hava ein ábyrgdarfullan býráslim, fari eg staðiliga at biðja um tín stuðul 21. november.