Góði Anfinn Brekkstein

Grýtan í Tórshavnar kommunu kókar ikki eins hart, og grýtan í Kirkjubøar-Velbastaðar kommunu gjørdi á sinni, tá tú sat sum formaður har

Skal eg siga mína meining um støðuna tá, og tað, tú ikki kunnaði um í tíni tíð, so turrkókaði tú grýtuna uttan at koma á mál.

Nú veit eg ikki, hvussu nógv skil tú hevur fyri búskapi. Men eitt kann eg vissa teg um, og tað er, at vit, sum her stýra, kenna okkara ábyrgd og skyldur.

Vit eiga øll at frøast um, at vit eru partur av eini kommunu, sum vil nakað, ið hon eisini megnar.

Eg fái meg ikki at trúgva, at tú av fullum hjarta meinar tað, tú skrivar, nú Tórshavnar kommuna hevur útbygt alt tað fyri Vestan, sum tú í tíni formanstíð ikki megnaði, og vit nú skulu víðari við hinum partinum av kommununi.

Tú hevur uttan iva lagt merki til, at vit hava útbygt fyrrverandi Kirkjubøar-Velbastaðar kommunu nógv meira, enn avtalað varð í samanleggingarskjalinum.

Eitt kann eg vissa teg um, Anfinn Brekkstein, og tað er, at vit helma ikki í, fyrr enn vit hava eina væl útbygda kommunu við nøgdum borgarum, ið síggja eina bjarta framtíð.