Úrslitið av hesum kanningum lá sum grund fyri teirra íkasti til føroyska partin av kappingini "European Business Game" sum varð hildin í farnu viku.
Tað sum hesir næmingarnir komu fram til var so mikið gott, at teir struku avstað við sigrinum í hesi kappingini. Vinnarabólkurin skal í summar luttaka í evropeisku kappingini fyri miðnámsskúlar, sum verður í italska býnum, Ravenna.
Ein onnur verkætlan kallaðist "P/F Plastic Fantastic", har tríggir studentaskúlanæmingar hava sett á stovn eina fyritøku. Henda fyritøkan skal framleiða plastikkposar, sum eru gjørdir úr tilfari, ið ikki dálkar. Hesir posarnir hvørva hinvegin úr náttúruni eftir trimum árum.
Plastic Fantastic tekur góð atlit til umhvørvið í heiminum og hevur eisini eitt gott altjóða støði, tí framleiðslan liggur í Póllandi, og sølustrategi?in fevnir um alt Europa.